Brent
Burturkast, ið verður brent er m.a. matleivdir træ, dálkað pappír og papp og dekk. Eisini verður glas og ymiskt plasttilfar, ið enn ikki verður endurnýtt í Føroyum brent. Har afturat verður ymiskt annað lívrunnið burturkast brent, so sum leivdir frá slakti.
Nøgdin av burturkastið, ið verður brent er økt 10 % frá 2012 til 2016, ið svarar til umleið 3.000 tons. Økingin sæst aftur í hvussu nógv brennistøðirnar brenna. Í 2016 varð brent í 439 fleiri tímar samanborið við í 2012. Hetta svarar til umleið 18 samdøgur.
Tímar brent
Ár |
KB |
IRF |
2012 |
5.825 |
7.318 |
2013 |
6.798 |
7.204 |
2014 |
6.737 |
7.574 |
2015 |
7.243 |
7.776 |
2016 |
7.952 |
7.757 |
Nógvur hiti kemur frá brenningini. Ein partur verður køldur burtur og ein partur verður brúktur til fjarhita.
Vilt tú vita meira um burturkast, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo